6552 - Samfelag, skúli og heim
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Samfelag, skúli og heim
- Skeiðsnummar
- 6552.26
- Lestrarár
- 2026-2027
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Skeiðið er fyri luttakarar, sum hava bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir. Umsókn skal latast Lestrarskrivstovuni: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 17. august 2026
- Endadato
- mánadagur, 7. desember 2026
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í samspælið millum føroyska samfelagið, skúlan og heimini. Vit fara at eftirkanna, hvat ávirkar læruúrtøkuna hjá næmingunum. Vit fara at lýsa serkenda og týdningarmikla samstarvið millum skúla og heim. Og vit fara at seta okkum inn í og taka støðu til, hvussu skúlin kann inkludera næmingar, sum hava serligar avbjóðingar, annan etniskan uppruna og føroyskt sum annaðmál
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - Greiða frá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hvønn týdning hann hevur innanskúla - Lýsa hvønn týdning heimið hevur á læruúrtøkuna hjá næmingunum - Greiða frá og meta um týdningin av foreldrafundum og foreldraviðtalum - Meta um, hvussu formativar- og summativar eftirmetingar kunnu brúkast í skúlanum, og hvussu heimaarbeiði kann vera ein partur av samlaða skúlatilboðinum - Lýsa og taka støðu til, hvussu skúlaskipanin á bestan hátt kann stuðla næmingum, ið hava serligar avbjóðingar, næmingunum, ið hava annan etniskan uppruna og næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál - Greiða frá og meta um fráboðanarskylduna hjá starvsfólki í skúlanum, og hvussu starvsfólk í skúlanum skulu fyrihalda seg til harðskap í familjuni
- Innihald
- Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: • Føroyski arbeiðsmarknaðurin og ávirkanin á skúlaviðurskifti • Læruúrtøkur hjá næmingum • Foreldrasamstarv og foreldratýpur • Foreldrafundir og foreldraviðtalur • Heimaarbeiði • Formativar og summativar eftirmetingar • Næmingar, sum hava serligar avbjóðingar • Næmingar, sum hava annan etniskan uppruna • Næmingar, sum hava føroyskt sum annaðmál • Fráboðanarskylda og harðskapur í familjum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Styttri og longri fyrilestar, samstarvandi lærutilgongdir, lesiringar, einstaklinga- og bólkaframløgur av ymiskum slagi, ymiskar skrivivenjingar og styttri og longri evnisarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Undirvíst verður: 24/8, 31/8, 7/9, 21/9, 5/10, 19/10, 2/11, 16/11, 30/11, 7/12
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 17. august 2026
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Harryson
- Undirvísarar
- Rúna í Skála, Hans Harryson