6562 - Menning av talgildari undirvísing í verki
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Menning av talgildari undirvísing í verki
Skeiðsnummar
6562.26
Lestrarár
2026-2027
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Skeiðið er fyri luttakarar, sum hava bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir. Umsókn skal latast Lestrarskrivstovuni: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 25. august 2026
Endadato
týsdagur, 22. desember 2026
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva tí lesandi førleikar at menna, royna og meta um talgilda undirvísing í egnum undirvísingarhøpi. Skeiðið skal styrkja førleikarnar at taka didaktiskar avgerðir um nýtslu av kt við støði í læring, trivnaði, luttøku og fakligum endamálum. Dentur verður lagdur á at leggja til rættis og tillaga talgildar undirvísingargongdir í egnum praksis og at fyrihalda seg refleksivt til avbjóðingar í talgildum skúlahøpi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - leggja til rættis, royna og tillaga talgildar undirvísingargongdir við støði í fakligum og námsfrøðiligum endamálum - meta um, nær og hvussu kt hevur didaktiskt virði í undirvísingini, og grundgeva fyri egnum didaktiskum valum - vísa við ítøkiligum dømum, hvussu talgild amboð og arbeiðshættir kunnu stuðla undir læring, luttøku og trivnað hjá næmingum - greiða frá, hvussu ymiskar næmingafortreytir hava týdning fyri arbeiðið við talgildari undirvísing - greina avbjóðingar, ið kunnu standast av talgildari undirvísing, eitt nú skermnýtslu, sosialum miðlum, órógvi og margvirkni (multi-tasking) - eftirmeta egna undirvísing, har kt er partur vísa eina refleksiva tilgongd til arbeiðið við at menna undirvísing í einum talgildum veruleika
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: - Menning av talgildari undirvísing í egnari praksis - Didaktiskar avgerðir um nýtslu av kt í undirvísing - At leggja til rættis talgildar undirvísingargongdir - At royna, tillaga og menna undirvísing við støði í egnum royndum - Eftirmeting av undirvísing, har kt er partur - Kt í mun til læring, faklig endamál og luttøku - Kt í mun til trivnað og ymiskar fortreytir hjá næmingum - Skíggjanýtsla, sosialir miðlar, órógv og margvirkni (multi-tasking) í skúlahøpi - Refleksiv og fakliga grundað nýtsla av kt í veruligum skúlahøpi
Læru- og undirvísingarhættir
Styttri og longri fyrilestar, samstarvandi lærutilgongdir, lesiringar, einstaklinga- og bólkaframløgur av ymiskum slagi, ymiskar skrivivenjingar og styttri og longri evnisarbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkur verða í viku 1,2 og 3, 2027 Undirvíst verður: 25. aug, 8. sep, 22. sep, 6. okt, 20. okt, 3. nov, 17. nov, 1. des, 15. des
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 25. august 2026
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Harryson
Undirvísarar
Tóri Slættalíð
Aftur