6587 - Konflikthandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum.
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Konflikthandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum.
- Skeiðsnummar
- 6587.26
- Lestrarár
- 2026-2027
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Skeiðið er fyri luttakarar, sum hava bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir. Umsókn skal latast Lestrarskrivstovuni: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 28. august 2026
- Endadato
- fríggjadagur, 18. desember 2026
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær ástøðiliga og verkliga vitan og førleikar innan didaktisku tilgongdina í konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum. Skeiðið hevur støði í menning og umstøðum hjá børnum og ungum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina konfliktir við støði í menningarstøði, reaktiónum og samskiftis tilgongdum hjá børnum/ungum. • Greiða frá og tulka týdningin av umhvørvinum í mun til konflikthandfaring. • Skilja og nýta ymsar hættir í konflikthandfaring í námsfrøðiligum praksis Arbeiða refleksivt við egnari praksis við støði í aktiónslæring.
- Innihald
- • Menningarstøði hjá børnum og ungum í sambandi við konfliktir • Reaktiónir hjá børnum og ungum – og næmingum í konfliktstøðum • Samskiftið í konfliktum á ymiskum aldursstigum (grunddeild, miðdeild og hádeild/ung) • Týdningurin av sosiala og námsfrøðiliga umhvørvinum í í konfliktum • Konflikthandfaring sum ein tilgongd: handfara, eftirmeta og broyta praksis • Restorativ praksis í arbeiðinum við konfliktum • Narrativ konflikthandfaring Aktiónslæring sum arbeiðsháttur í menning av námsfrøðiligari praksis
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, ymsar uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga Nærri kunning verður tilskilað í próvtøkulýsing
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnlig prótøka: 11. januar 2027 Undirvíst verður: 17. aug, 31. aug,14. sept, 28. sept, 5. o,kt, 26. okt, 9. nov, 23. nov, 7. des
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 28. august 2026
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Kalpana Vijayavarathan-R
- Undirvísarar
- Annika Antoniussen