6575 - Inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki
- Skeiðsnummar
- 6575.26
- Lestrarár
- 2026-2027
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Skeiðið er fyri luttakarar, sum hava bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir. Umsókn skal latast Lestrarskrivstovuni: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 24. august 2026
- Endadato
- mánadagur, 21. desember 2026
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at menna førleikar hjá teimum lesandi at skilja, greina og meta um inkluderandi sernámsfrøði bæði sum sjálvstøðuga námsfrøðiliga sergrein og sum part av almennari námsfrøði og skúlaskipan. Dentur verður lagdur á at knýta frøðiliga vitan saman við praksis og at menna eina kritiska og reflekteraða fatan av inklusjón og sernámsfrøði í nútíðar skúla.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi vera førur fyri at vísa og greiða frá: • høvuðshugtøk, ástøði og frøðilig sjónarmið innan inklusjón og sernámsfrøði • leiklutin hjá sernámsfrøði í søguligum, samfelagsligum og skipanarligum høpi • samanhangin millum námsfrøðiliga hugsan, skipanarligar karmar og praksis í skúlanum Við skeiðslok skal tann lesandi vera førur fyri at: • greina og tulka námsfrøðiligar støður í mun til inklusjón og sernámsfrøði • meta um námsfrøðiliga praksis við støði í frøðiligari vitan • seta orð á og kjakast um fakligar spurningar á einum væl grundaðum og frøðiligum grundarlagi Við skeiðslok skal tann lesandi megna/vera førur fyri at: • reflektera kritiskt um leiklutin hjá sernámsfrøði í nútíðar skúla • virka fakliga sjálvstøðugt í arbeiðinum við inkluderandi læringsumhvørvum • viðgera og menna námsfrøðiliga praksis við støði í frøðiligum og etiskum grundarlagi
- Innihald
- Skeiðið viðger samspælið millum inklusjón og sernámsfrøði sum hugtøk, hugsjónir og praksis. Hesi verða lýst bæði sum innanhýsis tengd og sum hugtøk, ið kunnu skapa spenningsfelt í námsfrøðiligum praksis. Dentur verður lagdur á: • sernámsfrøði sum frøðigrein, hugtak og praksis • inklusjón sum námsfrøðilig hugsjón og skipanarligt mál • inkluderandi sernámsfrøði sum felags fatanarramma fyri arbeiðið við fjølbroytni og luttøku í skúlanum • greining av námsfrøðiligari praksis og skipanarligum karmum kring inklusjón
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin byggir á eina samanseting av fyrilestrum, kjaki, samstarvslæru, bólkaarbeiði, case-greiningum, framløgum frá skeiðsluttakarum, styttri skrivligum arbeiði og sjálvlesturi. Dentur verður lagdur á virknan luttøku og at knýta frøðiliga vitan at praksisroyndum hjá teimum lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkur verða í viku 1, 2 og 3, 2027
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 24. august 2026
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar
- Frida Birita Poulsen, Anna Eikhólm Joensen