6582 - Alis- og evnafrøði og náttúrfrálærufrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Alis- og evnafrøði og náttúrfrálærufrøði
Skeiðsnummar
6582.26
Lestrarár
2026-2027
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Skeiðið er fyri luttakarar, sum hava bachelor innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, og hava 2 ára viðkomandi starvsroyndir. Umsókn skal latast Lestrarskrivstovuni: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 25. august 2026
Endadato
hósdagur, 24. desember 2026
Fakligt innihald
Endamál
Tey lesandi skulu fáa eitt greitt innlit í innihaldið í lærugreinini alis- og evnafrøði. Harumframt skulu tey ogna sær granskingargrundaða vitan um, hvussu ein lærari í alis- og evnafrøði kann skipa eina undirvísing, ið tekur atlit til kognitivu og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at • Greiða frá undirvísingartilfari og undirvísingarmiðlum, ið hóska til undirvísingina í alis- og evnafrøði • Meta um, hvørjir undirvísingar- og eftirmetingarhættir hóska væl í alis- og evnafrøði • Fyrireika, fremja í verki og skjalfesta starvsstovuvenjingar, ið hóska til alis- og evnafrøði. • Vísa við dømum, hvussu deduktiv háttaløg kunnu nýtast í undirvísingini í alis- og evnafrøði • Grunda yvir, hvørjar avbjóðingar ein lærari í alis- og evnafrøði hevur, tá ið hann skal skipa fyri hóskandi og hugkveikjandi starvsstovuvenjingum
Innihald
Stutt yvirlit yvir evni, ástøði, háttaløg v.m., ið verða viðgjørd á skeiðnum: • Námsætlanir fyri Alis[HS2.1] og evnafrøði. • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir. • Royndastovu trygd og kreativitetur • Alisfrøði • Evnafrøði • STEM/STEAM og IBSE
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraupplegg, Starvsstovuvenjingar (royndir og kanningar), Quizes, sjálvlestur, munnligar framløgur í bólki og einsæris.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøka: Skrivlig próvtøka. Próvtøkufortreytir: Áðrenn roynd skal tann lesandi havi staðið: viku quizes, upptøku av starvstovu roynd frá egnum skula
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkur verða í viku 1, 2 og 3, 2027
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 25. august 2026
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Erla Olsen
Undirvísarar
Søren Antoft, Sigurd Christiansen
Aftur